Dátuvernd — Viðgerð av journaldátum
Yvirlit
Øll viðgerð av journaldátum fer fram á einari avbyrgdari teldu, sum er serliga tilætlað endamálið, og sum einans FLÓ hevur atgongd til og umsitur. Tiltøkini, sum eru lýst niðanfyri, tryggja, at trúnaðarlig og viðkvæm skjøl verða handfarin í samsvari við galdandi dátuverndarkrøv sambært GDPR gjøgnum verkætlanina.
Flutningur av dátum og ábyrgd
Journalskipanarveitarin letur journaldátur til Bartal Læarsson á einum loyniorðsvardum og krypteraðum USB-geyma. USB-geymin verður heintaður persónliga av Bartal Læarsson og fluttur beinleiðis til tann privata bústaðin, har dátuviðgerðin fer fram. Eingin triðjapartur ella posttænasta verður nýtt til flutningin. Tá journaldátur eru móttiknar, verður móttøkan skrásett í einum Transfer Log. Skrásetingin fevnir um dagfestingina fyri móttøkuna, hvør hevur latið journaldátur, eina lýsing av móttikna USB-geymanum umframt lýsing av innihald.
Viðgerðarumhvørvi
Talan er um eina stationæra teldu við einum nýuppsettum og dagførdum Ubuntu 24.04 LTS operativsystemi. Uppsetingin verður gjørd frá ubuntu package manager 'apt', og einans software úr almennum Ubuntu-repositories verður nýtt. Ongar triðjapartskeldur ella ikki-váttaðar binærar fílur verða nýttar á telduni. Tá ið alt software er sett upp og allar dagføringar framdar, verður teldan varandi tikin av øllum netverkum og hildin fullkomiliga avbyrgd frá netverkum (air-gapped) meðan dátuviðgerðin fer fram. Ongar dátur verða sendar til ella viðgjørdar á nøkrum triðjaparts cloud-tænastu, SaaS-palli ella uttanhýsis API. Full disk-kryptering (LUKS) er virkin á telduni. Loyniorðið til krypteringina er einans kend av Bartal Læarsson.
Fysisk trygd
Teldan er staðsett í einum privatum bústaði. Einans Bartal Læarsson hevur brúkaraatgongd til telduna. Teldan er sett upp við automatiskari skermlásing eftir eitt stutt tíðarskeið uttan virksemi, og verður annars læst manuelt, hvørja ferð teldan verður latin uttan eftirlit. USB-geymin, sum inniheldur journaldátur, verður goymdur í einum læstum fysiskum boksi, tá ið tað ikki er í beinleiðis í nýtslu undir verkætlanini. Einans Bartal Læarsson hevur atgongd til hesa boks.
Dátuviðgerð
Undir viðgerðini verða journaldátur lisnar av USB-geyman yvir á ta krypteraðu goymsluna í telduni. Eingi onnur avrit verða gjørd. Skjøl, sum kommunan sendir við telduposti til praktisk ella tilvísandi endamál, verða handfarin við varsemi. Teldupostar sum av óvart inniheldur trúnaðarligar og/ella viðkvæmar upplýsingar, verða beindir burtur, tá ið uppgávan er liðug.
Striking og upprudding
Tá ið dátuviðgerðin er liðug, og Tjóðskjalasavnið hevur góðkent skjalasavnsútgávuna, verða allar journaldátur permanent strikaðar:
USB-geymi: Innihaldið verður permanent strikað við 'blkdiscard', og síðani verður eindin fullkomiliga strika. Hetta tryggjar, at allir dátublokkar verða ógildaðir og gjørdir ógjørligir at endurskapa.
Goymslan í telduni: Krypteraða LUKS-volume verður kryptografiskt strikað (password fylgt av fullari yvirskriving av allari diskgoymsluni). Operativsystemið verður síðani endurskapt av nýggjum, áðrenn teldan verður nýtt til nýggjar uppgávur.
Teldupostur: Allir teldupostar, ið hava borið trúnaðarligar og/ella viðkvæmar upplýsingar, verða permanent strikaðir úr mail klientinum.
Øll strikingarvirksemi verða skjalfest í einum 'Certificate of Data Destruction', sum verður latið kundanum, tá ið dátuviðgerðin er liðug. Váttanin inniheldur dagfesting fyri striking, teir miðlar og tól, sum vóru fevnd av strikingini, tær strikingarhættir, sum vórðu nýttir, og verður undirskrivað av Bartal Læarsson.
Varðveitingartíðarskeið
Journaldátur verða einans varðveittar í tað stytsta tíðarskeiðið, sum er neyðugt fyri at fullføra ta avtaldu dátuviðgerð. Øll striking verður framd innan 5 arbeiðsdagar eftir, at Tjóðskjalasavnið hevur váttað, at skjalasavnsútgávan er avhenda og góðkend.