SKJALASAVNSÚTGÁVA / FRAMFERÐARHÁTTUR

Hvat tit skulu gera

Sum almennur stovnur hava tit nógvar dagligar uppgávur, og tí kann tað tykjast tungt at nýta nógv tilfeingi upp á eina skjalasavnsútgávu.

Hetta nýtist tó ikki at vera so, um tit velja FLÓ sum veitara. Eg geri, hvat eg kann, fyri at tit kunnu brúka tíð og orku upp á tykkara kjarnuuppgávur, meðan framleiðslan av skjalasavnsútgávuni er í gongd. Hetta er nøkunlunda framferðin:

▸ fylla út skjalið Fráboðan um KT-skipan.docx (hetta skuldi tó vera gjørt, tá skipanin varð tikin í brúk)
▸ skriva útboð og velja veitara
▸ saman við DPO geva veitara dátuviðgerðaravtalu og tagnarskyldu at undirskriva
▸ halda tveir fundir við veitara og Tjóðskjalasavnið (byrjunarfundur og feilfundur)

▸ útvega skjøl til kontekstskjalfesting (við fyrivarni um møguligar broytingar frá Tjóðskjalasavninum)
▸ journalplan
▸ Upplýsingar í skjalasavnslýsingarfíluni.docx
▸ Avhendingaráseting.docx
▸ Historik - Søgugongd (kontekstdokument).docx
▸ Leistur til kontekstdokument.docx
▸ vegleiðing til Nema journal
▸ Lógargrundarlag fyri stovnin.docx
▸ Organisationsdiagram.docx

▸ arbeiða saman við veitara aftaná feilfundin um skjøl, ið ikki kundu konverterast, og sum kommunan og veitari síðani royna at fáa fatur á aftur og konvertera, t.d. um tey ikki vóru tøk í framleiðsluskipanini, lógu sum viðfesti í einum telduposti, vóru vard við loyniorði ella bert vóru tøk á pappíri

FLÓ hjálpir gjarna við spurningum til útfylling av skjølum og við at skriva partar av skjølunum, har tað eru spurningar um tøkni.

Tjóðskjalasavnið hjálpir eisini, og alt verður gjøgnumgingið í plenum á byrjunarfundinum.