Hvat er ein skjalasavnsútgáva?
At byrja við vil eg heilt stutt greiða frá, hvat ein skjalasavnsútgáva er. Kennir tú ikki hugtakið, kann tað kennast heldur abstrakt. Ein skjalasavnsútgáva er eitt serstakt varðveitt avrit av týdningarmiklum dátum og skjølum í einari KT-skipan.
Tá ein almennur stovnur nýtir eina journalskipan sum Nema Journal ella Public 360, kann hann ikki bert senda dátugrunnin inn til Tjóðskjalasavnið. Skjalasavnsútgávan skal ikki vera bundin at einum veitara sum Microsoft, Oracle, Tieto, Formula ella Nema. Tann endaligi formurin skal vera veitaraóheftur, opin og standardiseraður í so stóran mun, sum til ber.
At framleiða eina skjalasavnsútgávu er ein kompleks prosess, sum krevur KT-fakliga vitan. Tað endaliga úrslitið inniheldur viðkomandi dátur, skjøl, dátugrunnsbygnað, metadátur og kontekstskjalfesting í einum standardiseraðum formi, ið Tjóðskjalasavnið kann testa og varðveita. Dátugrunnurin verður varðveittur sambært einum standardi, sum kallast SIARD (Software Independent Archiving of Relational Databases).
Rigsarkivet og Tjóðskjalasavnið nýta tó sína egnu avleiddu útgávu av hesum, kallaða DIARK, men tann munurin er ikki so týdningarmikil í hesum yvirlitinum.
Avhending av einari skjalasavnsútgávu er sostatt ein formligur háttur at geva eina serstaka, fastfrysta útgávu av einari journalskipan til Tjóðskjalasavnið. Altso eitt álítandi avrit av einari journalskipan, sum í sær sjálvum er nóg mikið til at skilja dátur, skjøl, bygnað og samanhang.