Hví framleiða skjalasavnsútgávu?
Skjalasavnsútgávur eru týdningarmiklar, tí tær varðveita álítandi prógv fyri, hvussu almenna fyrisitingin virkaði. Almennir myndugleikar journalisera, tá ið teir viðgera mál, skjalfesta kunning, taka avgerðir og taka støðu í mun til borgarar. Hesar journalir kunnu seinni nýtast til at skilja, hvat hendi, hví tað hendi, hvør kunning lá aftan fyri avgerðina, og um myndugleikin handfór støðuna rætt.
Skjalasavnsútgávur snúgva seg ikki bert um at goyma gamlar dátur. Tær snúgva seg um, at almennar journalir eru álítandi, kunnu leitast fram, eru lesiligar og eru skiljandi, sjálvt eftir at KT-skipanin ikki finst longur. Endamálið er, at borgarar, granskarar, myndugleikar og onnur eisini í framtíðini kunnu fáa atgongd til upplýsingarnar og skilja fortíðina.
Hetta er týdningarmikið, tí KT-landslagið broytist skjótt; veitarar fara á húsagang, fílusnið verða ikki nýtt longur, vitan um skipanina hvørvur og so framvegis. Tá Microsoft, Oracle og aðrir veitarar kanska ikki finnast um 200 ár, skulu fólk framvegis kunna fáa atgongd til dátur frá í dag. Skjalasavnsútgávan tekur hædd fyri hesum við at varðveita dátur og skjøl í einum veitaraóheftum og standardiseraðum formi.
Skjalasavnsútgávurnar hava eisini langtíðarvirði fyri ta føroysku tjóðina. Í framtíðini kunnu tær nýtast til at greina samfelagið í mun til søgu, vísindi, hagtøl, løgfrøði og almenna fyrisiting. Hetta kann hjálpa komandi ættarliðum at skilja, hvussu føroyska samfelagið og almennu stovnarnir mentu seg.
Skjalasavnsútgávur eru tí ikki bert ein teknisk avhending. Tær eru ein máti, ið vit kunnu varðveita felags minnið, ábyrgdina og álitið á alment arbeiði í framtíðini.
Ná, nú bleiv tað eitt sindur háfloygt. Á næstu síðu leinki eg til síður, ið eru viðkomandi fyri almennar stovnar, ið skulu avhenda í næstum.