SKJALASAVNSÚTGÁVA / FRAMFERÐARHÁTTUR

Yvirskipa

Frá tí stóra tyrlusjónarmiðnum er framferðarhátturin nøkunlunda soleiðis (við fyrivarni, hesin framferðarhátturin er bert vegleiðandi):

▸ Almennur stovnur nýtir eina KT-skipan
▸ Tjóðskjalasavnið ger av um KT-skipanin skal varðveitast
▸ Almennur stovnur velur veitara
▸ Veitari undirskrivar dátuviðgerðaravtalu og trúnaðaravtalu/tagnarskyldu
▸ Almennur stovnur skal fylla út skjalið Fráboðan um kt-skipan, og senda hettar til Tjóðskjalasavnið (hettar skuldi tó helst vera gjørt tá Almenni stovnurin tók skipanina í brúk í sínari tíð)
▸ Veitari fær journalskipan-dátugrunn frá journalskipan-eigara (t.d. Nema ella Formula)
▸ Byrjunnarfundur millum almenna stovnin, veitaran og Tjóðskjalasavnið har tosað verður um tilgongd, innihald og ábyrgdarbýti/uppgávur millum partarnar
▸ Skjalasavnsútgáva verður framleitt av veitara
▸ Feilfundur millum almenna stovnin, veitaran og Tjóðskjalasavnið
▸ Skjalasavnsútgáva verður avhenda til Tjóðskjalasavnið
▸ Tjóðskjalasavnið testar og kannar at dátur, strukturur og skjalsfesting yvirheldur SIARD/DIARK reglar
▸ Her skal veitari møguliga rætta feilir og manglar
▸ Tá Tjóðskjalasavnið hevur endaliga góðkent skjalasavnsútgávuna, verður hon goymd í langtíðar-varðveiting